* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stór framgongd í rakstri av Vága Floghavn

 Raksturin hjá Vága Floghavn gekk væl í fjør, og bruttoúrslitið øktist við sløkum 4 mió. krónum, svarandi til umleið 17 prosent. Hinvegin eru stórar avskrivingar í sambandi bygningar, sum mugu takast niður í sambandi við, at nýggjur terminalur verður bygdur. 

Tað gekst væl við rakstrinum av Vága Floghavn í fjør. Umsetningurin vaks rættiliga nógv, og tað sama gjørdi bruttoúrslitið, ið fór úr 23,5 mió. krónum í 2011 upp í 27,4 mió. krónur í 2012. Ein vøkstur á slakar 4 mió. krónur, sum svara til umleið 17 prosent. 

Størstu einstøku orsakirnar til framgongdina eru ferðafólkagjøld, startgjøld og frálandavinna, ið tilsamans hækkaðu inntøkurnar við umleið 3,8 mió. krónum. 

- Vit kunnu fegnast um, at vit hava ein sunnan rakstur, hóast stórar avskrivingar bera í sær, at ársúrslitið gevur hall í fjør og somuleiðis fer at gera tað komandi tvey árini. Hetta vistu vit, tí fleiri bygningur mugu takast niður í sambandi við bygging av nýggjum terminali. Ásetta virðið av hesum bygningum má tí skrivast niður á null í 2012 og næstu árini, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í P/F Vága Floghavn. 

Óvanliga stóru avskrivingarnar gera, at raksturin fór frá einum avlopi á 1,1 mió. krónur í 2011 til eitt hall á 3,8 mió. krónur í 2012. 

Leiðslan og nevndin í Vága Floghavn síggja ljóst upp á framtíðina. Hóast umbyggingin av floghavnini krevur stórar avskrivingar, so er inntøkugrundarlagið hjá felagnum ment, raksturin er burðardyggur, eins og menningin av inntøkugrundarlagnum og grundrakstrinum heldur áfram. 

Vøksturin í ferðafólkatalinum umvegis flogvøllin heldur fram. Í 2012 var vaks ferðafólkatalið við heili 10,8 prosentum, og seinastu 10 árini hevur vøksturin verið heili 38 prosent. 

Við nýggju farstøðini og tænastubygningum, sum verða klár at taka í nýtslu á vári 2014, er virksemið á flogvøllinum framtíðartryggjað. Somleiðis betra um- og útbyggingar á flogvøllinum um inntøkumøguleikarnar av eitt nú sølu av taxfree. Hetta fer harafturat at økja um søluna á matstovum og í øðrum handilsvirksemi. 

Á aðalfundinum í dag bleiv øll nevndin afturvalgd, og nevndin hevur skipað seg við Kitty May Ellefsen, sum forkvinnu og Evy Jacobsen sum næstforkvinnu. Hinir nevndarlimirnir eru Jóhan í Niðristovu, Tom Silvurdal og 
Johnni Poulsen. 

kelda: vága floghavn