* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stór mongd av rúsevnum funnin í kavbáti

Spanska løgreglan hevur lagt hald á fleiri tons av kokaini, sum varð goymt í einum 20 metrar longum kavbáti, sum hevur siglt tvørturum Atlantshavið. Tveir mans frá Ekvador eru handtiknir í málinum, men myndugleikarnir hava ikki fingið eitt fullfíggjað yvirlit yvir støðuna enn.

 

Mánadagin arbeiddi spanska løgreglan framvegis við at fáa kavbátin upp í vatnskorpuna, eftir at hann varð tikin í Aldan í landnyrðingspartinum av Spania, skrivar CNN.

 

Sambært sponskum fjølmiðlum eru meira enn 3 tons av kokaini umborð á 20 metrar langa kavbátinum. Roknað verður við, at hann hevur siglt allan vegin úr Suðuramerika, men tað er ikki heilt greitt enn.

 

“Hetta er ikki fyrstu ferð, men hetta er kortini ikki gerandiskostur,” sigur ein kelda.

 

Tað eru serliga rúsevnasmuglarar úr Kolumbia, sum fyrr hava nýtt hetta slagið av bátum í royndum teirra at smugla kokain, mangan úr Meksiko til USA.

 

Summir kavbátar, sum rúsevnabrotsmenn hava fingið framleitt, eru rættiliga framkomnir og teir kunnu kava niður á 30 metrar.

 

Kelda: CNN/Maritimedanmark