* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stór norðuratlantisk hvalateljing næsta ár

Norðuratlantiska Súgdjóranevndin Nammco hevur júst hildið sín 22. fund í Oslo. 

Eitt av málunum, nevndin arbeiðir við, er eitt átak næsta ár, sum varpar ljós á súgdjór sum sunnar, vistfrøðiligar matvørur. 

Harumframt hevur nevndin lagt síðstu hond á tvær handbøkur um hvalaveiðu - eina um stórar barðuhvalir og nýtslu av kanónum og granatum - umframt eina um grindahval og nýtsluna av smærri veiðureiðskapum sum sóknaronglum. 

Nevndin ætlar eisini at skipa fyri eini stórari norðuratlantiskari hvalateljing á sumri 2015. 

Limirnir í Nammco finnast í einum tíðindaskrivi at innflutningsbanninum hjá ES móti kópavørum, sum teir halda kveistrar til viks burðardyggu prinsippini, sum Nammco stýrir veiðuni í Norðuratlantshavi eftir. Harumframt veitti fundurin Íslandi stuðul í stríðnum við USA um nebbafiska- og sildrekaveiðuna. 

Limalondini í Nammco hittast aftur fyrst í næsta ár í Íslandi.