* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stór norsk uppsjóvarfyritøka byggir út í Skagen

Skagen Havn hevur gjørt leigusáttmála við norsku fiskivinnufyritøkuna Pelagia um eitt stórt øki í nýggju havnarvíðkanini Etape 3, har felagið ætlar at byggja eitt nýtt ídnaðarvirki.

-Avtalan fer at økja munandi um landingarnar av fiski og inntøkurnar hjá havnini, sigur Willy B. Hansen, stjóri í Skagen Havn, sum frammanundan er størsta fiskivinnuhavnin í Danmark.

Havnarvíðkanin umfatar 190.000 fermetrar av nýggjum havnarøki og 930 metrar av nýggjari atløgusíðu. Endamálið er at útvega upp aftur størri og betri karmar til aktørarnar í fiskivinnuni, herundir bæði fiskimonnum og fiskaídnaðinum.

Leigusáttmálin hjá Pelagia Danmark umfatar eitt øki upp á  uml. 38.000 m2, sum væntandi verður klárt at taka í nýtslu í 2020.

Pelagia ætlar at byggja eitt virki at virka uppsjóvarfisk sum td. sild. Í hesum sambandi hava teir lagt dent á eina plasering út ímóti bryggju fyri at kunna landa beinleiðis úr skipi inn á virkið og harvið tryggja bestu góðsku og eina effektiva framleiðslu.

-Skagen Havn tekur sum er ímóti størstu nøgdini av uppsjóvarfiski í Danmark. Samstarvið við Pelagia, sum er millum fremstu framleiðarar av uppsjóvarvørum til matna, er tí eitt natúrligt lið í virkseminum hjá havnini, sigur havnarstjórin.

Pelagia rekur 26 virkir í Norra, Bretlandi og Írlandi.

Pelagia hevur virkað í Skagen síðani 2011 undir navninum Pelagia Danmark, og hevur harvið verið við til at ment Skagen Havn sum ein uppsjóvardepil.

Kelda: nordjyske.dk