* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stór oljufeløg skulu hjálpa norðmonnum at goyma CO2

CO2-útlátið frá fleiri av størstu ídnaðarfyritøkunum í Norra skal pumpast niður í undirgrundina ístaðin fyri at sendast upp í atmosferuna. Tað er í málið í eini nýggjari verkætlan, sum norski staturin nú hevur góðtikið fyri at lofta og goyma CO2 – eisini kent sum CCS.

Til tess at fremja verkætlanina í verki hava norðmenninir valt at gera sáttmála við Statoil, Shell og Total. Tilsamans ætla teir at beina fyri 1,5 mió. tonsum av CO2 um árið frá trimum ídnaðarverkum. sementvirkinum hjá Norcem í Brevik, eini Yara-framleiðslu í Porsgrunn og eini brennistøð í Klemetsrud.

Í verkætlanini er ætlanin at lofta CO2'num frá fyritøkunum, flyta tað við skipi til eitt móttøkustað á Vesturlandinum og haðani seinni pumpa tað umvegis oljurørleiðingar niður í brunnar í Troll-økinum.

Síðsti parturin av ætlanunum er longst frá at vera framdur, og tí verður CO2'ið í eitt tíðarskeið goymt á Vesturlandinum.

"Støðan hjá Statoil er, at tað ikki er møguligt at røkka alheims veðurlagsmálinum í París-avtaluni uttan  CO2-goymslu. Fokus er á samstarvi og vitanarbýti, sum er umráðandi fyri at økja talið á CCS-verkætlanum. Vit eru sera nøgd við at hava fingið Shell og Total við sum samstarvspartnarar í verkætlanini, og teirra royndir og førleikar fara at styrkja verkætlanina upp aftur meira," sigur Irene Rummelhoff, stjóri í Statoil fyri Nýggjum Orkuloysnum.

Ongin dagur er ásettur fyri, nær verkætlanin kann verða veruleiki. Men norska Stórtingið hevur fyrr samtykt, at avgerð um endaligar íløgur í verkætlanina skal takast í seinasta lagi í 2019. 

Kelda: shippingwatch.dk