
Stóra russiska jaktin Dilbar, sum hald hevur verið lagt á í Hamburg, síðan russiska álopið á Ukraina, og sum russiski oligarkurin Alisher Usmanov eigur, er óvæntað farin úr Blohm+Voss-skipasmiðjuni í Hamburg við kós móti Bremen.
Stóra jaktin, sum hevur eitt virði upp á hálva milliard evrur, verður sleipað móti Bremen. Ein annar sleipibátur fylgir við, so talan er um tveir sleipibátar aftrat jaktini.
Aftrat manningini eru fleiri umboð fyri týsku myndugleikarnar umborð á sleipibátinum, sum fylgir hinum báðum, jaktini og sleipibátinum, ið sleipar jaktina.
Tað hevur ikki verið uttan trupullekar, at hald hevur verið lagt á jaktina, tí tað vísti seg skjótt, at Usmanov ikki sjálvur átti jaktia, men eitt holdingfelag, sum systir Osmanov stendur fyri.
Tað er framvegis ógreitt, hvat hendir við risastóru jaktini, sum við sínum 156 metrum er millum 10 tær størstu í heiminum.
Kelda: Maritimedanmark