* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stórabretland: Evropisk lond mugu verja Hormuzsundið

Bretski uttanríkisráðharrin, Jeremy Hunt, heldur, at Iran ber seg at sum sjórænarar.

 

Stórabretland vil menna eina evropiska flotadeild, sum skal verja skip, ið sigla gjøgnum Hormuzsundið. Tað hendir eftir, at Iran legði hald á eitt bretskt tangaskip fríggjadagin í farnu viku.

 

Bretski uttanríkisráðharrin skuldsetur Iran fyri at bera seg at sum sjórænarar, og at framferð teirra fer at fáa altjóða avleiðingar, skrivar DR.

 

Hann sigur kortini onki um, hvørji evropisk lond, talan skal vera um ella nær, ætlanin verður sett í verk.

 

Sambært iranskum myndugleikum varð hald lagt á bretska tangaskipið sum hevnd fyri leiklutin hjá Bretlandi, tá hald varð lagt á eitt iranskt tangaskip við Gibraltar herfyri.

 

Kelda: DR