* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Einaferð í framtíðini fara stórar havvindmyllur møguliga at løða farmaskip, sum sigla á stóru heimshøvunum.

Stórar havvindmyllur skulu løða skip í framtíðini

Tað er ein stórur spurningur, hvussu skip, sum skulu sigla um heimshøvini, eisini kunnu vera umhvørvisvinarlig. Eitt av boðunum eru stórar havvindmyllur.

 

Tað eru komandi áratíggju, hugsað verður um, at stórar havvindmullur kunnu gerast ein týdningarmikil liður í umhvørvisvinarligari sigling. Serliga tá hugsa verður um skip, sum skulu sigla á heimshøvunum, har el-dráttur í dag ikki ber til orsakað av fjarstøðuni.

 

“Men tað kann broytast í framtíðini,” skrivar DNV GL í einari frágreiðing um maritima ídnaðin fram ímóti 2050.

 

“Í framtíðini kann varandi orka frá havvindmyllulundum gerast ein orkukelda hjá shippingídnaðinum. Vit kunnu ímynda okkum frálands-løðistøðir við ravmagni til skip, ið sigla eina farleið, sum liggur nærindis ávísari løðistøð,” skrivar klassin.

 

Samstundis kann vetni gerast á havinum við parti av vindmegini. Flótandi frálandsvindur er frálík orka at gera vetni við. Tað hava kanningar víst. Onnur vísa til el-framleiðslu í havnum við orku frá vindi og sól.

 

“Slík menning bjóðar verandi undirstøðukervi av, tá tað kemur til bunkar, har 12 havnir í dag standa fyri 80 prosentum av bunkarsøluni,” skrivar DNV GL.

 

Mongu umhvørviskrøvini, sum í dag sveima inn yvir ídnaðin, krevja menning bæði av nýggjari tøkni og brennievni. Og øll alternativ brennievni hava stórar avbjóðingar og forðingar í dag.

 

Umframt royndir við ravmagni eru eisini royndir í gongd við seglum.

 

Kelda: Shippingwatch