* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stóri oljugrunnurin hjá norsku stjórnini ger minni íløgur í kol

Ovurríki norski oljugrunnurin, sum byggir inntøkur sínar á olju, í framtíðini at gera fleiri íløgur í varandi orku, skrivar millum onnur Ritzau Finans.

 

Samstundis sum fleiri íløgur skulu gerast í varandi orku, verður skrúvað niður fyri íløgum í millum annað kol. Tað hevur norska stjórnin samtykt.

 

Í framtíðini kann grunnurin gera íløgur fyri upp í 120 milliardir norskar krónur í reinar umhvørvisíløgur. Frammanundan var loftið 60 milliardir krónur.

 

Avgerðin letur upp fyri fleiri íløgum í til dømis hav-vindmyllulundir. Samstundis skerpar stjórnin krøvini hjá feløgum, sum arbeiða við koli.

 

Í framtíðini kunnu tey í mesta lagi framleiða 20 milliónir tons um árið, um oljugrunnurin skal gera íløgur í ætlanina.

 

- Endiliga fáa vit góð tíðindi úr fíggjarmálaráðnum, hetta er eitt fet rætta vegin, sigur Martin Norman, sum arbeiðir fyri Greenpeace.

 

Fæið í oljugrunninum er peningur, sum stavar frá vinningi frá olju, og ein partur verður nyttur at stuðla norska búskapin. Í mesta lagið 3 prosent av fænum kann nýtast úr grunninum um árið.

 

Kelda: Shippingwatch/Ritzau Finans