* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stórir trupulleikar við norskari elferju

Fyrsta norska elferjan, MF Ampere, hevur nú verið í rakstri í meira enn tvey ár á Sognefjørðinum í Norra, men verður framvegis rakt sera ofta av trupulleikum. Ikki færri enn 300 ferðir máttu fráferðir avlýsast í 2016, vísa tøl frá Statens Vegvesen.

“Vit halda, at hetta er ov galið. Nú eru fleiri ár síðani hon kom í rakstur, og trupulleikar eru framvegis. Eftir so langa tíð eigur hon at hava sama tænastustøði sum aðrar ferjur,” sigur økisleiðarin í Statens Vegvesen, Anders Sæternes, við Bergens Tidende.

Í ár hevur rutan Lavik-Oppedal ligið lamin 200 ferðir, og MF Ampere stenndur fyri 170-180 av avlýsingunum. Trupulleikar hava verið við ferjuni síðani byrjanina. Fyrst var tað løðistøðin, ið ikki virkaði sum hon skuldi og í 2015 hevði við sær upp aftur fleiri avlýsingar enn tær 300, ið vóru í 2016, upplýsir Norled, ið rekur rutuna.

Í ár hava verið fleiri ymiskir trupulleikar, ið alla tíðina raka ferjuna, sum er partur av eini royndarverkætlan, ið skuldi seta gongd á tøknifrøðiligu menningina innan umhvørvisvinarligan sjóflutning.

“Júst tann parturin hevur verið væleydnaður, tí tøknifrøðiliga menningin nú er í gongd. Men aðrir trupulleikar gera, at neyðugt er at taka hana úr sigling í heilum,” sigur Anders Sæternes.

Í Danmark ætlar HH-Ferries at seta Tycho Brahe, ið einans verður rikin av battaríum, í sigling millum Helsingør-Helsingborg. Hetta skuldi verið gjørt fyrr í summar, men fyrsti túrurin er útsettur vegna trupulleikar.

Kelda: Sysla Maritim