* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Viking Supply skip. Savnsmynd.

Størri eftirspurningur eftir supply skipum eftir tyrluvanlukkuna

Eftir syndarligu tyrluvanlukkuna í Norðsjónum í farnu viku, ið kostaði fýra fólkum lívið, er eftirspurningurin eftir offshore supply skipum øktur munandi.

Orsøkin er, at allar Super Puma tyrlur eru fyribils settar og skulu kannast.

Minst fimm skip eru longu farin í sigling fyri tyrlurnar. Vegna stóran eftirspurning er prísurin á supply skipum hækkaður munandi.

Prísurin fyri skip til flutning av oljuarbeiðarum til og frá oljupallum er hækkaður til 65.000 bretsk pund um dagin. Hetta er dupult so nógv, sum tað kostaði áðrenn tyrluvanlukkuna.

Tyrlan datt í havið við Hetlandsoyggjarnar fríggjakvøldið í farnu viku. Kavaraskipið Bibby Polaris hevur longu fingið tyrluna upp á land og hon er nú til kanningar.

Ikki færri enn fimm álvarsamar tyrluvanlukkur, við Puma Super tyrlum, hava verið har um leiðir tey seinastu fýra árini.

Ásbjørn Jacobsen/antares.fo