* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stórsliðið ferðamannaskip til TUI-Cruises

Týska TUI Cruises hevur júst fingið nýggjasta reikferðaskipið, Mein Schiff 1, frá Meyer Turku-skipasmiðjuni í Finnlandi. Hetta 315 metrar langa skipið er 10 prosent meira orkusparandi enn onnur skip í reiðarínum.

- Hin stórfingni 50 metrar breiði stál- og glas vindeygabygnaðurin beint uppi yvir skrúvunum har afturi í skipinum er eitt frálíkt dømi um, hvussu vit blanda snið og tøkniligar førleikar, sum framkomnar telduskráir reka, sigur Jan Meyer, stjóri á Meyer Turku-skipasmiðjuni.

Hann sigur, at komandi árini, tað er til 2023, fer TUI Cruises at lata tvey stórsligin reikferðaskip smíðað aftrat, tað vera Mein Xchiff 2 og Mein Schiff 7.

Hetta er fimta reikferðaskipið, sum týska teiðaríið hevur latið smíðað á Meyer Turku-skipasmiðjuni.

Nýggja skipið hevur pláss fyri 2.894 ferðafólkum. Umborð eru 12 matstovur og bistroir, 15 barrir og salongir, og dekkið er einar 20.500 ferðmetrar stór. Haraftrat hevur Mein Schiff 1 eitt 2.400 ferðmetrar stórt øki til kurstað (spa) og venjingar.

Kelda: Cruise Industry News og Maritime DanmarkMyndatekstur: Nýggja og stórsligna reikferðaskipið, Mein Schiff 1, hevur 12 matstovur, 15 barir og salongir, og 2.400 ferðmetrar stórt øki til kurstað og venjingar.

Kelda: Cruise Industry News og Maritime Danmark

Myndatekstur: Nýggja og stórsligna reikferðaskipið, Mein Schiff 1, hevur 12 matstovur, 15 barrir og salongir, og 2.400 ferðmetrar stórt øki til kurstað og venjingar.