* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Manningin varð tikin upp í bjargingartyrluna.

Stórsligin bjarging við Lofoten

Yvirísing var møguliga orsøkin til, at eitt norskt fiskiskip fríggjanáttina koppaði í ringum veðri við Lofoten. Báðir menninir, sum vóru umborð, vórðu tiknir upp av eini bjargingartyrlu, sum fleyg teir til viðgerðar á sjúkrahúsi í Bodø. Teir hava tað báðir gott.

 

Fiskiskipið sakk, eftir at tað holvdist við Lofoten fríggjanáttina.

 

“Kystradio Nord” hoyrdi neyðsignalini um midnáttarleitið, og norsku myndugleikarnir sendi eina bjargingartyrlu og eitt bjargingarskip á knattstøðuna.

 

Manningin á bjargingarskipinum, Hans Herman Horn, hjálpti við at upplýsa fiskiskipið, meðan teir báðir menninir umborð vórðu tiknir upp í bjargingartyrluna.

 

Kelda: Maritimedanmark