
Proppurin varð tikin av bíleggingarfløskunum hjá einari røð av reiðaríum í bingjuvinnuni í 4. ársfjórðingi í 2020. Tað var ikki minst lagt merki til bíleggingarnar í 23-24.000 teu flokkinum, ið gjørdu sítt til, at talan var um størstu bíleggingina í fimm ár: 25 bingjuskip í 23-24.000 teu flokkinum. Tað skrivar millum annað Alphaliner.
Í alt vórðu bíløgd bingjuskip við einari samlaðari bingjuorku upp á 673.500 teu, tað eru 673.500 20-fóts-bingjur.
Tað eru stór reiðarí sum OOCL, Hapag-Lloyd, kinesiskir bankar fyri MSC og Shoei Kisen fyri Ocean Network Express (ONE), sum hava bílagt skipini.
Hetta merkir, at í løtuni eru bíløgd bingjuskip fyri í alt 2,4 milliónir teu, og tað er tað sama sum orka upp á 2,4 milliónir 20-fótsbingjur.
Stóra danska reiðaríið, Maers, hevur onki bingjuskip bílagt, og tað er sjáldsamt. Heimsins størsta reiðarí, sum Maersk framvegis er, hevur fleiri ferðir víst á, at tørvur er ikki á fleiri nýggjum skipum.
Kelda: Splash og Maritimedanmark