* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Equinor (fyrr Statoil) er nógv størsta felagið í Norðurlondum, tá hugt verður eftir umsetninginum.

Størsta felagið í Norðurlondum er Equinor

Ongi onnur norðurlendsk feløg eru í námind av at hótta fyrsta plássið hjá Equinor.

 

Norska oljufelagið, Equinor (fyrr Statoil), er størsta felagið í Norðurlondum, tá hugt verður at umsetninginum.

 

Sambært einari uppgerð hjá vinnusamskiftisfelagnum, CM Partner,  eru ongi onnur norðurlendsk feløg í námind av at hótta fyrstaplássið hjá Equinor, skrivar Dagens Industri.

 

Við einum umsetningi nærindis 51 milliardum evrum í fjør er Equinor fjórðingar frammanfyri felagið á øðrum plássi, sum er svenska Volvo. Volvo hevði í fjør ein umsetning upp á 34 milliardir evrur. Á triðja plássi kemur danska Mærsk við sínum 26 milliardum evrum í umsetningi.

 

Gjørt upp í marknaðarvirði er danska fyritøkan, Novo Nordisk, størst. Felagið hevur eitt virði upp á 728 milliardir danskar krónur.

 

Danska risa heilivágsfyritøkan hevði ein umsetning uppá 15 milliardir evrur í fjør.

 

Equinor hevði eitt marknaðarvirði uppá 571 milliardir danskar krónur.

 

Kelda: E24