* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Størsta skipið undir fronskum flaggi nakrantíð, CMA CGM Antoine de Saint Exupery, tá tað varð doypt í vikuskiftinum.

Størsta franska skipið nakrantíð er handað reiðarínum

Nýggja flaggskipið í franska flotanum varð vígt og fekk navnið “Antoine De Saint Exupery” í Le Havre í Fraklandi í vikuskiftinum.

400 metrar langa og 59 metrar breiða bingjuskipið tekur 20.600 20-fóts bingjur, og tað er tað mesta, nakað skip undir fronskum flaggi tekur.

Reiðaríið yvirtók CMA CGM Antoine De Saint Expury í januar frá Hanjin Heavy Industiies & Construction í Subic á Filipsoyggjum. Hetta er fyrsta av trimum sama slag skipum, sum skipasmiðjan skal smíða til CMA CGM.

Umhvørvisvinarligt

Umframt at talan er um størsta skipið í franska flotanum, er talan eisini um eitt umhvørvisvinarligt skip. CMA CGM Antoine De Saint Exupery hevur eina imponerandi umhvørvistøkni, rópt Becker Twisted Fin, og sum fær CO2-útlátið at minka við 4 prosentum. Haraftrat hevur nýggja skipið eina maskinu, sum minkar útlátið í sambandi við brennievnisnýtsluna við 3 prosentum aftrat.

Skipið er kallað upp eftir yrkjaranum og rithøvindinum, Antoine De Saint Exupery, sum millum annað skrivaði “Vind, Sand og stjørnur”, og sum er kent um allan heim.

Kelda: gCaptain