* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Státurin Virginia í USA hevur givið endaligt loyvi til stóru havvindmyllulundina, Dominion Energy´s 2.6 gigawatt (Coastal Virginia Offshore Wind). Talan er um størstu vindmyllu-ætlanina í USA higartil.

 

Í ætlanini skulu vera 176 vindmyllur, sum skullu byggjast 27 fjórðingar uttan fyri Virginia. Tær skulu kunna veita ravmagn til 660.000 heim í 2026.

 

- Kundar okkara vænta álítandi orku, og prísurin skal vera góður, og havvindur er tann rætti til júst hetta. Vit fegnast um, at vit hava fingið játtan til hesa týdningarmiklu ætlan. Vit hyggja í løtuni eftir smálutunum í ætlanini, sigur Robert M. Blue, forseti og CEO í Dominion Energy Chair.

 

CVOW ger íløgur upp á 9,8 milliardir dollarar í ætlanina.

 

Kelda: gCaptain