
Størsta skipið ígjøgnum Panama-veitina
Tað 13.092 TEU stóra bingjuskipið COSCO Development, ið er 366 metrar til longdar og 48,2 metrar breitt, er størsta skipið, ið er farið ígjøgnum nýggju víðkaðu Panama-veitina, síðani hon varð tikin í nýtslu í juni 2016.
Higartil hava meira enn 1.200 Neopanamax-skip siglt ígjøgnum veitina ella í miðal 5,9 skip um dagin. Roknað var við, at tvey til trý Neopanamax skip fóru at sigla ígjøgnum veitina fyrsta rakstrarárið eftir upplatingina.
Bingjuskip standa fyri umleið 43 prosentum av ferðsluni ígjøgnum nýggju slúsurnar. Teimum í hølunum koma LPG tangaskip og LNG skip, sum umboða ávikavist umleið 29,1 og 8,3 prosent.
29. apríl varð Disney Cruise Lines fyrsta ferðamannafelag, ið brúkti nýggju víðkaðu Panama-veitina. 83.000 bt stóra Disney Wonder, ið kann taka 2.400 ferðafólk, sigldi ígjøgnum slúsurnar á veg úr Atlantshavinum til Kyrrahavið.
Higartil hava 18 ferðamannaskip bílagt pláss at sigla ígjøgnum veitina í siglingarárinum 2017-2018, síðani farið varð undir at skráseta bókingar 1. april 2017.
Kelda: Panama Canal Authority/maritimedanmark.dk