* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Størsti hollendskt smíðaði stuttleikabáturin

Higartil longsti hollendskt smíðaði stuttleikabáturin, hin 99,95 metrar langi, Moonrise, hevur fyri fyrstu ferð sæð dagsins ljós uttanfyri skipasmiðjuhøllina í Makkum í Hollandi. Tað er har, heimskenda stuttleikabáta-skipasmiðjan, Feadship, smíðar síni skip.

 

Stuttleikabáturin, sum eisini er sniðgivin í Hollandi, er 15,5 metrar breiður, og hevur pláss til 16 gestir í 8 stórum dupultkømrum. Haraftrat koma marglætiskømur og annað til manningina, sum fer at vera uppí 32 fólk.

 

Serliga nógv er gjørt fyri at minka um ljóð og ristingar fra motorunum, og skrúvurnar er sniðgivnar soleiðis, at tær larma minst møguligt, bæði, tí hædd verður tikin fyri teimum, sum eru umborð, men eisini fyri djóralívinum í havinum.

 

Onki verður sagt um, hvør eigur skipið.

 

Kelda: Maritime Danmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=syQyiM6qfyw&t=9s]
Sjónbandaupptøkur.