* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Leitað verður eftir stóra djóraflutningsskipinum, Gulf Livestock 1, sum hvarv í ódnarveðri fyri tveimum døgum síðani.

Japanska Vaktar- og bjargingartæænastan leitar framvegis eftir einum djóraflutningsskipi við einari manning upp á 43 og við 5.800 neytum, sum hvarv í ódnarveðri í Eysturkinesiska Havinum mikudagin. Skipið sigldi frá Nýsælandi 14. august, og hevði kós móti Kina.

 

Tíðliga mikudagin fekk japanska Vaktar- og bjargingartænastan neyðsignal frá skipinum, og tá var tað statt einar 185 kilometrar vestanfyri oynna, Amam-Oshima, í Japan.

 

Leitað hevur eisini verið eftir 8.400 dwt stóra “Gulf Livestock 1” úr luftini, og eitt eftirlitsflogfar hevur hildið seg sæð nakað, sum minti um ein bjargingarbát. Men onki verður sagt um, hvørt bjargingarbáturin var frá horvna skipinum ella um fólk vóru í bjargingarbátinum.

 

Meldurríðin, Maysak, hevur við sínum ógvusligu hvirlum, gjørt leitingararbeiðið trupult í økinum.

 

Kelda: TradeWinds