
Stórt fall í álopum frá Sjórænarum
Í einari
nýggjari frágreiðing um sjórán, kann man gleðast um eitt stórt fall í álopun
samanborði við 2011.
Sambart International Maritime Bureau (IBM), so eru
álopini fallin frá 439 í 2011 til 287 seinasta ár, takka verði eina sera stóra
minking í Somalia. IBM sigur at samanlagt eru 174 skip álopin seinasta ár, harav
28 skiparán og 28 skip hava teir skoti eftur. Mongdin av útisiglarum sum eru
handtiknir er falli frá 802 í 2011 til 585 seinasta ár. Seks sjómenn eru dripnir
og 32 fingið løstir í 2012 samanborði við 8 dripnir í 2011 og 48 sum fingu
skaða undur álopum.
Mongdin av
álopun í Aden bugtuni og út fyri Somalia er fallin við 68 % seinasta ár, og
skiparán minka við eini helvt frá 28 í 2011 til 14 seinasta ár. Men samstundis
vísur frágreiðingin eina økjing í álopum í Guinea bugtuni í vestur Afrika, og
vóru álopini sera álvarsom har 58 ólukkur vóru skrásetta í 2012, umframt 10
skiparán og 107 sjómenn sum vóru tiknir til fanga. Og skot vóru loyst av í 37
av álopunum.
Ein kann gleðast um hesa niðurgongdina í Somalia sigur IBM, men samstundis er tað stúrandi at tað gerðast alsamt fleiri álvarsom álop í Indonesia og í Westur Afrika. Frágreiðingin hjá IBM leggur tí áherslu á, at mynduleikar áhaldandi gerða sítt ytarsta at verja útisiglarar, og seta sær sum mál at fáa bast hesum álopum frá sjórænarum. Neyðugt er áhaldandi at hava verjuskip um hesar leiðir sum hesi álop finna stað, og um neyðugt gerða bart yvurfyri hesum ránsmonnum, og fáa teir fyri rættin og revsaðar sambart altjóða lóg.
Nevnast skal at nógvir føroyngar
sigla um hesar leiðir, og skulla teir og familjur tærra dagliga liva við
óttanum um at verða álopnir av sjórænarum.
Kelda:
Nautilus International
Skrivað:
Martin Sonny Frederiksen / antares.fo