* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Eitt av mongu bingjuskipunum hjá stóra japanska reiðarínum, ONE.

Stórt japanskt reiðarí er heilt serstakt

Japanska, Ocean Network Express (ONE) ætlar at vera einasta av teimum heilt stóru reiðaríunum í heiminum, sum sigla inn í 2020 uttan skrubbarar í einum einasta skipi, vísa upplýsingar frá Alphaliner.

 

ONE kannar framvegis, um netverkið sjal seta skrubbara í nakað av størru bingjuskipunum, men fyribils sigla tey uttan skrubbarar. Tað merkir, at ONE er noytt at nýta kostnaðarmiklaru lágsvávuloljuna, tá nýggju krøvini hjá IMO koma í gildi 1. Januar 2020.

 

“Okkum dámar onki skrubbarar,” segði stjórin í ONE, Jeremy Nixon, á einari ráðstevnu í apríl. Honum dámar betur at burturbeina svávulið frá oljuni í staðin fyri frá útstoytinum.

 

Sostatt er hann á somu fatan sum forstjórin í Maersk, Søren Skou. Maersk hevur kortin sett skrubbarar í 140 av teirra skipum, skrivar Splash.

 

Kelda: Maritime Danmark/Splash