* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Velduga skipið, Stellar Samba, rekur í løtuni fyri vág og vind - uttan streym og uttan framdrátt.

Stórt leysfarmaskip rekur fyri vág og vind

Velduga skipið, Stellar Samba, ið er systyrskip hjá Stellar Daisy, sum fórst í eldibrandi í fjør, rekur í løtuni fyri vág og vind eftir at eldur kom í maskinrúmið.

 

Tað 291.435 t.dv. stóra leysfarmaskipið, Stellar Samba, hevur ongan streym havt og onga framdrátt havt síðani 26. mai.

 

Streymurin reyk eftir at ein generatorur fór at leka, og eldur kom í maskinrúmið. Síðani hevur skipið verið mett sum “not under command”.

 

Seinastu tíðindini siga, at skipið í løtuni liggur umleið tveyhundrað fjórðingar uttan fyri Sao Luís í Brasilia. Skipið var á veg frá Singapore til Ponta Da Madeira nærindis Sao Luís.

 

Maritime Bulletin skrivar, at skiparin á Stellar Samba setti seg í samband við brasilsku myndugleikarnar, sum sendi eitt flotaskip út at liggja hjá skipinum og tryggja manningina. Ein sleipibátur skuldi vera hjá skipinum 30. mai. Onki er frætt um, at nakar av manningini er løstaður.

 

Stellar Samba er systurskip hjá Stellar Daisy, sum sakk út fyri Uruguay við fullari last av málmi í 2017. Ógreitt er, hvør orsøkin til skipbrotið var, men teir tveir av manningini, sum komu frá vanlukkuni á lívi, hava sagt, at rivur vóru í skrokkinum.

 

Stellar Samba varð smíðað í 1994. Eins og hini systurskipini vórðu tey smíða sum leysfarmaskip.

 

Tað er koreanska reiðaríið, Polaris Shipping, ið hevur átt skipini.

 

Kelda: Søfart