* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stórt lógloysi valdar í donskum farvøtnum

Fólk kunnu sigla óforsvarliga og full í donskum farvøtnum, uttan at tað fær avleiðingar, ávara bjargingarmenn. Teir eftirlýsa einum betri eftirliti og meiri sjónligum politii á sjónum.

Fólk, ið sigla við kenning. Bátar, ið leka og skulu sleipast til lands og síðani sigla víðari og søkka onkra aðrastaðni. Vánaligt útkikk og deyðiligar vanlukkur.

Tveir royndir bjargingarmenn stíga nú fram og greiða frá, at onki skil er á trygdini á sjónum. Og at politiið at kalla er ósjónligt á havinum, skrivar Fagbladet 3F.

- Og so leingi politiið er tað, sigla fólk runt og skapa sær, sum tað passar teimum, sigur Lasse Skov, sum í níggju ár hevur verið bjargingarmaður á bjargingarstøðini hjá Grenaa Havn.

Her hevur hann upplivað alt frá deyðavanlukkum og samanstoytum millum skip, har manningin sigldi óforsvarliga uttan eyga fyri egnu trygd síni ella trygdini hjá øðrum. Umframt skip, ið ikki eru tikin, men hava fingið loyvi at sigla víðari eftir álvarsom óhapp.

Støðleiðarin í Østerby Redningsstation á Læsø, Kim Wiis Rulle, er samdur í, at lítið er av lóg og landaskili á havinum.

- Orsøkin til mong óhapp á havinum er alkohol, og mong sigla runt við rúsdrekka í blóðinum í donskum farvøtnum. Tí at kalla onki eftirlit er. Ikki fyrrenn óhappið er hent. Hetta er tað reina wild-west, sigur hann.

Birgit Feldtmann er lektari á Aalborg Universiteti, serfrøðingur í revsirættarligum viðurskiftum á sjónum og granskar millum annað politivirksemi á sjónum. Hon er samd í, at ein kann fáa ta fatan, at lóg og landaskil valdar í donskum farvøtnum.

- Vit hava onki veruligt "sjópoliti" í Danmark. Vit hava heldur ikki eina vaktartænastu, men eina serliga skipan, har flogvápnið og sjóverjan gera kanningar og hjálpa politinum við nøkrum uppgávum, sigur Birgit Feldtmann.

Danska politiið hevur at kalla ongar møguleikar at fara út til deyðavanlukkur, álvarsom óhapp og revsiverdar hendingar á havinum, uttan at verða siglt ella flogið út hagar av øðrum. Tað stendur í einum skrivligum svari frá Ríkispolitinum. Men um politiið fær eina fráboðan um eina møguliga revsiverda hending, ger politiið - undir atliti til vanligu uppgávuraðfestingina - eina kanning av hesum.

Kelda: soefart.dk