
Stórt tal av ísfiskarum bjargaðir frá rekandi ísflakum
Fleiri hundra lettarar hildu langafríggjadag undur heilt serligum umstøðum. Íalt vóru ikki minni enn 219 fólk, harav flest av teimum vóru ísfiskarar, fanga á tveimun ísflakun í Riga bugtuni, sum liggur í landsyningspartinum av Eystrasalti. Men allir vóru bjargaðir í einum stórum bjargingar átakið, skrivar tíðindastovan Itar Tass.
Íalt vóru 180 fólk fanga úti á ísinum við Vakarbulli og 40 við Majori, sigur ein talsmaður frá tí lettinska bjargingarliðinum, har hann kundi siga frá, at ongin av teimum bjargaðu høvdu fingið nakran snudd. Tyrlur fluttu fólk í pendulferd millum ísflakarnar og fastlandi, har teir kundu samla 20 fólk upp hvønn turin.
Ísfiskaríð er sera væl dámt í Letlandi, og tá íð fríggjadagur var ein heilidagur, høvdu nógv fleiri enn vanligt, leita sær tráðuna fram fyri at fara út á ísin at fiska. Tíðarskeiði fyri ísfiskaríð er í ár longt, vegna eitt sera kalt várveður. Mynduleikarnir í Lettlandi ávaraðu hósdagin fólk frá at fara út á ísin at fiska, tí ísurin var í ferð vid at tina og útlit vóru fyri nógvum vindi langafríggjadag.
Og henda samanrenning fær ísin til at brotna í stórar flakar, sum so byrja at reka til havs. Hvørt ár verða stórar mongdir av ísfiskarum bjargaðir frá rekandi ísflakum, men fleiri drukna á hvørjum árið, tí ísurin tey ganga á er alt ov tunnur.
Kelda: DR news.
Skrivad: Martin Sonny Frederiksen / www.antares.fo