* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Høvuðsskrivstovan hjá MAN Energy Solutions í Týsklandi.

Stórt uppsagnarumfar hjá MAN Energy Solutions

MAN Energy Solutions fyrireikar seg til eina tíð við einum umsetningi, sum fer at standa í stað í nøkur ár sum beinleiðis avleiðing av koronakreppuni. Fyri at fáa fyritøkuna trygt ígjøgnum kreppuna, hevur leiðslan sett hol á eina spariætlan, sum skal spara fyritøkuni 3,4 milliardir krónur. Sløk 4.000 starvsfólk missa arbeiðið.

 

“Koronakreppan hevur rakt týdningarmikil handilsøki sum til dømis krúsvinnuna, hart, og vit vænta ikki at koma aftur á tað stigið fyrr enn í 2023,” sigur Uwe Lauber, samtaksstjórini í MAN Energy Solutions.

 

“Við nýggju ætlanina handla vit uppá nei-ligu marknaðargongdina og geva MAN Energy Solutions eitt tryggari grundarlag at laga seg eftir marknaðargongdini í framtíðini,” sigur Uwe Lauber.

 

Leiðslan væntar at spara 3.000 størv í Týsklandi og 950 størv í øðrum londum.

 

Niðurskurðurin í starvsfólkahópinum verður gjørdur so lagaliga sum tilber, har atlit verða tikin fyri sosialu støðuni hjá fólki.

 

MAN Energy Solutions hevur høvuðsskrivstovu í Týsklandi og hevur 14.000 fólk í starvi kring um í heiminum.

 

2.100 starvsfólk arbeiða hjá MAN Energy Solutions í Danmark.

 

Kelda: Maritime Danmark