* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stórur áhugi fyri at hava egið eftirlit við kølibingjum

Stórur áhugi er millum kundarnar hjá Maersk Line fyri sjálvir at fylgja mátingunum av t.d. temperaturinum og luftvætuni í bingjuni, eftir at reiðaríið hevur útvegað sær útgerð, ið ger tað møguligt at hava eftirlit við kølibingjum. Fýra mánaðir eftir, at tilboðið kom, hava meira enn 1000 stórkundar gjørt av at fylgja við bingjum sínum online.

Maersk Line fór í 2015 undir at seta sensorar á 270.000 av kølibingjum sínum, sum kundu samskifta umvegis fartelefonnetverk og fylgisveinar, til tess sjálvt at kunna fylgja við støðuni hjá bingjunum á mest effektiva og bíliga hátt. 

Men síðani skipanin 1. september varð latin upp fyri kundum, hava meira enn 1000 stórkundar (BCO´arar) tikið nýggju møguleikarnar til sín og fylgja nú sjálvir við, hvussu teirra meira ella minni virðismikla last hevur tað - og hvar hon ítøkiliga er stødd á leiðini til móttøkuhavnina.

“Nakir kundar, sum flyta virðismiklar heiliráðsvørur, brúka flestu eftirlitsmøguleikarnar, meðan aðrir kundar við temperaturviðkvomum vørum ynskja at fylgja temperaturinum allatíðina,” sigur Barbara Pratt, ið er stjóri fyri kølitænastuni hjá Maersk Line, við Journal of Commerce.

Meðan tað hevur verið lutfalsliga lætt at gera kølibingjur, sum hava egna streymveiting, út við sensorum, arbeiðir Maersk Line framvegis við loysnum til vanligar bingjur, sum onga streymveiting hava.

“Vit hyggja at hesum. Vit royna okkum fram. Vit hava sett útgerð upp í nøkrum av bingjum okkara. Vit fáa at síggja, hvat framtíðin ber í sær,” sigur Barbara Pratt.

Kelda: Journal of Commerce/maritimedanmark.dk