* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Wilhelm Petersen, stjóri á Vinnuháskúlanum, vísti á ta ábyrgd, sum fylgir viðr maritimu útbúgvingunum.
(Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen)

Stórur dagur á Vinnuháskúlanum

- Tit hava í dag fingið eina maritima leiðaraútbúgving, og sum leiðari skalt tú seta út í kortið, hvør kósin skal vera. Sum leiðarar á brúnni og í maskinrúminum hava tit ábyrgd fyri, hvat skal henda víðari, segði stjórin á Vinnuháskúlanum, tá prógvini vórðu handaði.

 

Fríggjadagin sótu 43 spentir maskinmeistarar, skipsførarar og skiparar tilreiðar at fara upp at taka ímóti prógvunum, tá teirra nøvn vórðu rópt upp. Ímillum næmingarnar var ein kvinna, sum varð útbúgvin skipari, hetta var Vár Egholm.

        

Stjórin á Vinnuháskúlanum segði í røðu síni millum annað:

        

- Umframt at hava leiðsluna, koma tit eisini at hava ávirkan á, hvussu arbeiðslagið verður, har tit eru. Við øðrum orðum koma tit at hava stóra ávirkan á heimin íkring tykkum. Hetta er í sjálvum sær ein stór ábyrgd.

 

- Tað er týdningarmikið, at tit eru ein góð fyrimynd, og gera alt so einfalt og lætt sum møguligt, segði stjórin millum annað.

 

Hann vísti eisini á, at dagurin samstundis var ein nýggjur kapitul í søgu Vinnuháskúlans, tí hendan dagin komu fyrstu aspirantarnir út av skúlanum.

 

Góður sjómansskapur

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, víst á eina hending fyri góðari viku síðani, og sum hom metir sum góðan sjómansskap.

        

Stutt eftir at Smyril var farin frá bryggju úr Havn hendan dagin, síggja fólk hann venda við, tá hann er komin nakað út í Nólsoyarfjørð. Orsøkin var tann, at eitt útlendskt ferðafólk, ein kvinna, sum skuldu fara avstað við Norrønu, altso við Smyril-Line, hevði tikið feil, og var farin umborð á Smyril á veg til Suðuroyar.

 

- Spurningurin er, um hetta hevði hent um skiparin hevði nakran annan tjóðskap enn føroyskan, eg ivist. Førosyk sjófólk hava so ómetaliga gott orð á sær uttanlands, sama kvør tittulin er.

 

- Føroyingar ganga fyri at vera raskir, álítandi, dugnaligir og lættir at hava við at gera. Tað síggja eisini útlendingar, sum koma hendanvegin og til dømis enda umborð á Smyrli heldur enn Norrønu. Hetta góða orðið, sum føroyingar hava á sær, hevur ómetaliga stórt virði fyri Føroyar, segði Rigmor Dam.

 

Heiðurskrýnd søga

Royndi skipsførarin og trolaraskiparin úr Skálavík, Linjohn Christiansen, var gestarøðari til próvhandanina. Hann segði millum annað.

 

- Hesin ástøðiligi og verkligi lærustovnur, Vinnuháskúlin, hevur eina heiðurskrýnda søgu. Vit hava ein MIT, sum gevur Føroya hægstu verkligu útbúgving ájavnt við heimsins fremstu á sínum øki.

 

- Uttan Vinnuháskúlan og tey ættarlið av ungum føroyingum, ið hava rokkið longst út í heim, høvdu Føroyar ikki talst millum heimsins mest framkomnu samfeløg í dag, segði Linjohn Christiansen.

 

Hann vísti á, at føroyingar eru at finna í maritimum størvum um allan heim, fyrst og fremst í øllum Norðuratlantshavi. Hann helt, at onki annað land ájavnt við Føroyar hevur framleitt so nógvar leiðarar í heimsflokki, sum júst Føroyar.

 

Linjohn Christiansen vísti eisini á nýggjar og øðrvísi maritimar møguleikar í framtíðini, og í hesum sambandi vísti hann á Arktis.

 

- Her hava vit veldug sjóøki – veldugar víddir, sum vaksa fyri hvønn dag, samstundis sum ísurin har norðuri tiðnar. Størri og sterkari skip við bingjum fara at sigla har, sum ikki var farandi fyrr, og hetta fer at krevja munandi størri eftirlit, bæði hvat bjarging og reinum eftirliti viðvíkur. So her verður eisini tørvur á fólki við góðari útbúgving, segði Linjohn Christiansen millum annað.


Ólavur Gunnarsson, formaður í Maskinmeistarafelagnum, vendi sær einamest til maskinmeistararnar. 


- Lívið liggur nú víðopið, og tað eru tit, sum gera av, hvagar leiðin gongur. Summir tykkara hava ivaleyst longu gjørt avtalur, meðan aðrir hava valt eitt bíða eitt bil. Eg valdi sjálvur sjóleiðina, og eg havi havt eitt ómetaliga spennandi og ríkt lív í tí arbeiðinum, segði Ólavur Gunnarsson millum annað.


Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelag, heitti á fólk um at taka størv síni í størsta álvara uttan mun til, um tey koma at sigla sum skiparar, stýrimenn ella maskinmeistarar.


- Standið saman og verðið ikki hástór, segði Annfinnur Garðalíð millum annað.

 

Aftaná røðuna hjá Linjohni Christiansen høvdu fleiri næmingar orðið, har teir takkaðu fyri tíðina.