* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stórur eftirspurningur eftir maskinmeistarum

Arbeiði er til allar maskinmeistarar, og fleiri enn nakrantíð eru í gongd við útbúgvingina. Men tørvur er á upp aftur fleiri maskinmeistarum, varð staðfest undir setanini av vinnulívsráðstevnuni Ajour 2017.

Trot er á kvalifiseraðari arbeiðsmegi, og serliga stórur eftirspurningur er eftir førleikunum hjá maskinmeistarum. Tað segði Per Jørgensen, formaður í danska maskinmeistarafelagnum undir setanini av Ajour 2017, sum er árliga vinnulívsráðstevnan hjá maskinmeistarunum í Odense Congress Center.

”Saman við landsins maskinmeistaraskúlum arbeiðir Maskinmestrenes Forening við at økja talið á maskinmeistaralesandi úr 3.000 til 6.000 - ein fortreyt er tó, at dygdin og týdningurin í útbúgvingini allatíðina fylgir við, og at útbúgvingin framhaldandi rúmar teimum tættum, sum arbeiðsmarknaðurin hevur tørv á”, segði Per Jørgensen undir setanini av 17. útgávuni av Ajour.

Kelda: maritimedanmark.dk