* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stórur eldsbruni á Maersk-skipi: 4 saknaðir

Fýra av manningini eru saknaðir og 23 eru fluttir av skipinum, eftir at eldur kyknaði umborð á bingjuskipinum Maersk Honam í Arabiska Havinum seinnapartin í gjár. Reiðaríið sigur, at støðan er álvarsom og eitt umfatandi leitingar- og bjargingarátak er sett í verk eftir teimum saknaðu.

Eldurin kyknaði kl. 16.20 danska tíð í gjár á 15.262 teu stóra Maersk Honam umleið 900 fjórðingar í landsynning úr Salalah í Oman, tá skipið var á veg úr Singapore móti Suez veitini, upplýsir Maersk Line í tíðindaskrivi. 

23 av manningini vórðu fluttir umborð á ALS Ceres, sum var staddur í umráðnum og kom á staðið kl. uml. 19.30. Skipið stendur framvegis í ljósum loga og Maersk Line metir støðuna “sera álvarsama”.

“Vit harmast sera nógv um, at vit hava fingið boðini um Maersk Honam og teir fýra saknaðu menninar og vit gera okkara ítarsta at leita eftir teimum,” sigur Søren Toft, tekniskur stjóri í Maersk Line.

Hetta verður gjørt við at beina egin skip til leiðina og við hjálp av øðrum skipum í umráðnum, herundir ALS Ceres, sum var skjótt á staðnum eftir neyðarkallið frá Maersk-skipinum, eins og lokalu myndugleikarnir luttaka í arbeiðnum.

Maersk upplýsir, at reiðaríið er í gongd við at kunna tey avvarðandi hjá teimum raktu sjófólkunum.

“Teir, ið eru fluttir av skipinum, eru sjálvandi skelkaðir og tveir teirra fáa fyrstuhjálp umborð á ALS Ceres. Vit bjóða kreppuhjálp til teir av manningini, ið fara heim til familjur sínar, og tankar okkara og djúpastu samkenslur eru hjá teimum avvarðandi hjá saknaðu monnunum. Vit fara at veita teimum allan tann stuðul, vit kunnu veita í hesi sera tungu støðu,” sigur Søren Toft í fráboðanini frá reiðarínum.

Manningin er úr India, Filipsoyggjunum, Rumenia, Suðurafrika, Teilandi og Bretlandi.

Skipið, ið er bygt í 2017 og sostatt eitt av teimum nýggjastu hjá reiðarínum, hevði 7.860 bingjur umborð, tá eldurin kyknaði. Tað siglur undir Singapore-flaggi.

Orsøkin til eldsbrunan er framvegis ókend, upplýsir Maersk Line, sum fer at samstarva við myndugleikarnar fyri at finna út av tí.

Kelda: Maersk Line/maritimedanmark.dk