* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Japanska bilfarmaskipið, Makassar Highway, er farið at leka, eftir at tað strandaði í svenska skergarðinum fyri einari viku síðani.

Strandað bilfarmaskip lekur olju í svenska skergarðinum

Japanska bilfarmaskipið, sum strandaði í svenska skergarðinum í farnu viku, er farið at leka olju. Yvirstýrimaðurin hevur játtað seg sekan í rúsdrekkasigling.

 

Olja rekur nú í land, eftir at japanska bilfarmaskipið, Makassar Highway, fyri viku síðani strandaði norðanfyri Västervik í Svøríki.

 

Makassar Highway var á veg frá Cuxhaven til Stokkhólm, tá tað við 14 mílaferð rendi upp á eitt sker.

 

Sambært svensku sjónvarpsrásini, SVT, gav skiparin yvirstýrimanninum boð um at sigla eina leið nærri landi. Yvirstýrimaðurin var einsamallur á brúnni, tá skipið rendi seg fast. Hann hevur játtað seg sekan í rúsdrekkasigling, og hevur fingið 60 dagbøtur sum revsing. Onki verður upplýst um, hvussu stórar dagbøturnar eru.

 

Dýpið var einar 3-4 metrar, har skipið strandaði. Tað byrjaði beinanvegin at leka, og sjógvur kom inn í barlasttangarnar, tveir tangar við brennievni og í ein tanga við spillolju.

 

Hóast myndugleikarnir hildu skipið standa so fast, at tað rak ikki avaftur av sær sjálvum, losnaði tað í nógvum vindi sunnumorgunin, og tá fór tað at leka olju.

 

Manningin hevur upplýst, at 405.000 litrar av olju og diesel eru umborð á skipinum.

 

1.325 bilar eru eisini umborð á 139 metrar langa Makassar Highway.

 

Kelda: Søfart