* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Japanska bilfarmaskipið, Makassar Highway, verður nú sleipað til lands í Svøríki.

Strandað bilfarmaskip verður nú sleipað til lands

Kanningar, sum kavarar hava gjørt, vísa, at japanska bilfarmaskipið “Makassar Highway” er so illa farið, at tað verður sleipað í havn, áðrenn tað søkkur.

Makassar Highway rendi á eitt sker við 14-mílaferð út fyri Västervik norðanfyri Stokkhólm 23. juli, og verður nú sleipað til Oskarshamn.

Tað skrivar Kystbevakningen.

Sett varð á at sleipa eftir at metingar vórðu gjørdar, um skipið skuldi tømast fyri olju á staðnum ella ikki. Áðrenn vikuskiftið stóð skipið fast á skerinum, men í nógva vindinum í vikuskiftinum losnaði tað.

Kavarar hava nú staðfest, at skipið hevur fingið stóran skaða, og at vandin er stórur fyri, at tað søkkur, nú veðurvánirnar í økinum benda á illveður.

Í løtuni verður skipið sleipað við umleið 2-mílaferð, og væntandi koma tey til Oskarshamn einaferð í dag.

1.325 bilar eru umborð á bilfarmaskipinum, Makassar Highway.

Svenski miðilin Barometern skrivar, at skipið higartil hevur likið einar 14.000 litrar av olju.

Kelda: Søfart og Barometern