* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stóra iranska skipið, Sharaz, er strandað í Singaporsundinum.

Strandað skip er við at fara um tvøran

Iranska skipið, Shahraz, sum sunnudagin strandaði í Singaporsundinum, sær sambært nýggjum myndum út at vera rivið og er við at brotna. Sambært Maritime Bulletin varð skipið rakt av einum øðrum skipi, einum bulkara, sum eisini strandaði.

 

Ógvusliga rivan í skrokkinum stýriborðsmegin sæst væl á myndini, og tað er greitt, at skipið er um at brotna um tvøran.

 

Maritime Bulletin skrivar, út frá upplýsingum frá einum skipara, sum sigldi framvið bingjuskipinum og strandaða bulkaranum, at ongin ivi er um, at skipini hava stoytt saman.

 

Enn er kortini ongin almenn frágreiðing komin um, hví skipini strandaðu og um møguliga samanstoytin.

 

Bulkarin, Samudra Sakti I, varð hálaður leysur longu mánadagin, meðan stóra bingjuskipð framvegis stendur strandað í Singaporsundinum.

 

Kelda: Maritime Danmark og Maritime Bulletin


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=J58lfuXwvW8]
Sjónbandaupptøkur av strandaða skipinum.