* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Stýrimaðurin á American Spirit hevði ein keðiligan dag, tá tað ikki eydnaðist honum at stýra út úr havnini í Duluth í Minnosota í USA.

Strandaði beint áðrenn tað rakti bryggjukantin

300 metrar langa skipið, American Spirit, var bara heilt fáar metrar frá at renna á bryggjukantin, tá tað strandaði í havnini í Duluth í Minnesota sunnudagin. Tey vórðu noydd at stongja havnina, til skipið var leyst aftur í flóðini.

Tað var ein av heldur keðiligu døgunum hjá stýrimanninum umborð á American Spirit, tá hann seinnapartin sunnudagin skuldi stýra 300 metrar langa fulllastaða skipið úr havnini í Duluth. Sum tað sæst í sjónbandinum niðanfyri, eydnaðist tað honum ikki. Skipið strandaði bara fáar metrar, áðrenn tað takti bryggjukantin.

Amerikanska vaktartænastan sigur, at skipið loysnaði aftur á flóðini seinni um dagin. Ongin fekk skaða, og talað verður heldur ikki um nakra umhvørvisdálking.

Myndugleikarnir kanna nú orsøkina til óhappið.

Kelda: Maritimedanmark


[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=4fH-F1I7Pro&t=111s]
American Spirit strandar í havnini í Duluth, beint áðrenn tað raka bryggjukantin.

[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=_0IHqmX30pQ&t=8s]
Sjónband tikið við dronu av American Spirit.