* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Strandferðslan skrivar undir sáttmála um eykabát

Lógarverkið, ið heimilar Strandferðsluni at gera sáttmála við norska skipasmiðju um bygging av nýggja eykabátinum, varð samtykt í Løgtinginum í oktober mánaða.

Síðani tá hava Strandferðslan, Sjóvinnustýrið, Klassin og aðrir ráðgevarar verið í tøttum samskifti um, hvussu báturin endaliga skal sniðgevast og teknast, so hann uppfyllir øll galdandi krøv.

Av tí, at talan er um bát úr herdaðum glastrevjum og ikki úr stáli, sum allar ferjur hjá SSL higartil hava verið, fer Klassin, Det Norske Veritas-Germanisher Lloyd, at gera eina greining, ið lýsir brandtrygdina. Greiningin verður eftir ætlan liðug um miðjan januar, og tá skrivar SSL undir byggisáttamálan.

Byggingin byrjar beinanvegin eftir undirskriving og tekur væntandi 11-12 mánaðar. Eykabáturin verður sostatt sigliklárur í Føroyum um áleið eitt ár.

Eykabáturin tekur 97 ferðafólk. Hædd er tikið fyri ferðafólki við rørslutarni 3 persónbilar/1 tungan bil og farm. og hædd er tikið fyri ferðafólki við rørslutarni. Sigliferðin er 20 míl við ferðafólki og 28 míl uttan, og manøvruhentleikarnir eru sera góðir. Brennievnisskipanin er hybrid, tvs gassolja og battarí, og siglast kann í 2 tímar upp á battarí.

Eykabáturin fer at kunna røkja allar farleiðirnar hjá SSL uttan Suðuroyarleiðina. Í neyðstøðu kann siglast ímillum ímillum Hvalba og Sand upp á 20 minuttir ella til Miðvágs upp á 1 tíma.

Báturin verður bygdur á norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksjon, sum síðani 1993 hevur ment og bygt skjóttgangandi bátar. GSMP er nógv umbiðin, og long røð er at byggja bátar hjá teimum.

Byggiútreiðslurnar verða mettar til 34 milliónir krónur, og játtan er tøk á fíggjarlógini.

Kelda: Samferðslumálaráðið