* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Sáttmálin um nýtt skip til Strandferðsluna er júst undirskrivaður.

Strandferðslan undirskrivað byggisáttmála um avloysaraskip

Leygardagin 23. februar varð byggisáttmáli undirskrivaður við norsku skipasmiðjuna GS Marine Produksion um at smíða framkomna bátin eftir eitt væl fyrireikað arbeiði um trygd og krøv.

 

Skipasmiðjan hevur drúgvar royndir við at smíða hetta slagið av bátum, og við nýggja bátinum verður Strandferðslan før fyri at veita eina betri tænastu viðvíkjandi túratali, trygd og grønari rakstri. 

 

Báturin fer at ganga 20 míl við ferðafólki og kann bæði sigla upp á ravmagn og gassolju.

 

Báturin tekur 96 ferðafólk og 3 persónbilar ella 1 stóran bil. 

 

Sáttmálakostnaðurin er 33,7 milliónir krónur.

 

Heðin Mortensen, landsstýrismaður, er fegin um, at øll loyvi eru komin í rættlag, og at tað nú er klárt at byrja at smíða bátin.

 

Nýggja skipið kemur til Føroya 1. mai í næsta ár.

 

Kelda: Samferðslumálaráðið