* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Streymorkuverkið sjósett

 Streymorkuverkið hjá Sp/f FTPP, v/Uffa Bærentsen, Vestmanna er nú sjósett. 

Uffe Bærentsen sigur, at ætlanin er at seta fast úti í Vestmannasundi uml. 18. apríl, tá verður ein góður streymur, sum er neyðugt, tá arbeitt verður í Vestmannasundi. 

Nú verður arbeitt við at rigga alt til, soleiðis at tað ikki verða so nógvir snávingasteinar, tá ið verkið skal setast fast í Vestmannasundi uml. 18 apríl.

FTPP hevur víðariment eitt týskt patent, sum ger tað møguligt at framleiða elorku úr sjóvarfalli.

Skipanin, sum er eitt hjól, sum verður ankrað fast í havbotnin í Vestmannasundi, og sum fer at mala av streyminum.

Roknað verður við, at hesin fyrsti parturin framleiðir umleið 100 KW, tá ið tað rekur harðast.

kelda: joanisnielsen.fo