* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Stríðið um Panama-veitina endað

Ósemjan, sum hevur verið millum spanska byggisamtakið, ið arbeiðir við at víðka Panama-veitina, og havnarmyndugleikarnar, er lokin. Liðuggeringin er seinkað seks mánaðir, so eyka settini av slúsuportrum ikki verða klár at taka í nýtslu fyrrenn í desember 2015.

Stríðið hevur snúð seg um, hvør av pørtunum skuldi rinda fyri óvæntaðar eykaútreiðslur, sum tóku seg upp undir arbeiðnum. Men nú hava myndugleikarnir og byggisamtakið, ið verður leitt av sponsku byggifyritøkuni Sacyr, gjørt eina avtalu, ið sigur, at báðir partar rinda 100 mió. dollarar, so arbeiðið kann halda fram, upplýsir Reuters sambært the Maritime Executive. 

Havnarmyndugleikarnir vilja haraftrat leingja gjaldsfreistina viðvíkjandi afturgjalding av gjøldum, ið er gjørd frammanundan fyri tíðarskeiðið inntil 2018. Hetta fer at lata pengar leysar at gera arbeiðið liðugt fyri. 

Tó eru framvegis nøkur krøv í sambandi við eykaútreiðslurnar, sum ikki eru loyst enn, men løgd fyri altjóða gerðarrættir til avgerðar. 

Víðkanin av veitini fer at gera tað møguligt hjá bingjuskipum upp á upp til 14.000 TEU at sigla gjøgnum veitina ímóti nú í mesta lagi 5.500 TEU. Havnarmyndugleikarnir hava longu ætlanir um at víðka veitina við einari slúsu aftrat, so bingjuskip við heilt upp til 18.500 TEU kunnu sigla gjøgnum veitina. 

Kelda: The Maritime Executive