* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Enn er ógreitt, hví manningin á risastóra stuttleikabátinum, Utopia lV, ikki sá framleiðslutangabátin, Tropic Breeze, jólanátt út fyri Bahamas. Men veruleikin var, at stuttleikabáturin rakti tangabátin við so nógvari ferð aftanífrá, at tangabáturin stutt eftir sakk.

 

Øll manningin á tangabátinum varð bjargað, men tangabáturin sakk á einum so stórum dýpi, at lítil møguleiki er fyri at taka bátin uppaftur. Í lastini var LPG, marinediesel og dieselolja, og tað er ikki til álvarsligan vanda fyri umhvørvið, verður sagt.

 

Tangabáturin var á veg frá New Providence Island til Great Stirrup Cay, ið er ein oyggj, sum reikferðareiðaríið Norwegian Cruise Line eigur og nýtir til veitslur fyri ferðafólk á skipum sínum.

 

Enn er ógreitt, um ferðafólk eisini vóru við 63 metrar langa stuttleikabátinum, sum kann hava eina ferð upp á 26 míl.

 

Nú eru myndugleikarnir á Bermuda í ferð við at kanna orsøkina til samanstoytin.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=Ij7F28px8Rs]