* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Subsea 7 fingið sáttmála uppá 2 milliardir krónur

Subsea 7 hevur gjørt stóran sáttmála við BP um arbeiði í Norðsjónum, sambært einum boðum í gjár.

 

Nýggi fimm ára sáttmálin inniber, at Subsea 7 skal gera konstruksjónsarbeiði, eftirlitsarbeiði, umvælingar- og viðlíkahaldsarbeiði fyri ognir hjá BP vestanfyri Hetland og í norðara parti av Norðsjónum.

 

Tá tosað verður um stórar sáttmálar, er talan um sáttmálar uppá millum 150 og 300 milliónir dollarar ella upp ímóti 2 milliardum donskum krónum.

 

Frálandsvirksemið hjá Subsea 7 byrjaði í januar mánaði við 113 metrar langa skipinum, Normand Subsea, sum varð smíðað í 2009.

 

Nýggi sáttmálin er ein longing av verandi sáttmála.

 

Kelda: Hegnar.no