* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar


























Fylg okkum á Facebook

 




 

Subsea 7 nýggjan sáttmála við Statoil

Norska fyritøkan Subsea 7 hevur fingið ein sáttmála aftrat við Statoil við einum virði av millum 50 og 150 miljónum USD. Sambært felagnum umfatar avtalan røkt, framleiðslu og legging av einari 53 kilometrar langari rørleiðing í Johan Castberg-økinum, 240 km úr Hammerfest.

”Vit eru fegin um at hava fingið tillutað hesa týðandi verkætlan frá Statoil og vera partur av víðari menningini av olju- og gassundirstøðukervinum í Barentshavinum, sum hevur stóran týdning fyri livikorini í øllum norðara partinum av Norra”, sigur Phil Simons, varaforseti í Subsea 7 fyri Norðsjógvin og Kanada.

Frálandsarbeiðið skal fremjast í 2020.

Kelda: TradeWinds/maritimedanmark.dk