* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Suðuramerikonsku landavegirnir ýðja við venesuelskum flóttafólkum.

Suðuramerikonsku landavegirnir ýðja við gangandi flóttafólkum

2,3 milliónir venesuelarar eru rýmdir úr heimlandinum, sum er plágað av hungursneyð og ógvusligari búskaparkreppu og politiskari kreppu. Grannalondini skerpa krøvini fyri at sleppa um markið, meðan túsundtals venesuelarar verða fangaðir á landavegunum.

 

Hundraðtals av venesuelskum monnum, kvinnum, gomlum og børnum hava júst gingið tvørturum alt Kolumbia. Flestu teirra eru á veg víðari móti Peru, har tey kanska fáa arbeiða og eitt stað at búgva.

 

“Fólk eru noydd burtur fyri at yvirliva,” sigur 26 ára gamli Miguel Ruíz, sum hevur konu og son eftir í Venesuela.

 

“Eg trúði ongantíð, at tað skuldi koma so langt, at eg noyddist at rýma av landinum. Forsetin eigur at taka ímóti hjálp, tí hetta er veruliga ein stór kreppa. Løn mín røkkur ikki at keypa blæur og móðurmjólkserstatning fyri,” sigur hann.

 

2,3 milliónir fólk eru higartil rýmd úr Venesuela, tað er tað sama sum sjey prosent av fólkatalinum í landinum.

 

Venesuela hevur verið í djúpari búskaparligari og politiskari kreppu síðani 2015. Tað byrjaði við, at oljuprísirnir fullu, og júst oljan var týdningarmesta inntøkukeldan hjá Venesuela. Nú hevur ovurinflasjón og vantandi matur og heilivágur sett stórar partar av fólkinum í fátækradømi.

 

Og nú ganga fátækir, móðir og svangir venusuelarar á landavegunum í Suðuramerika í eini roynd at finna arbeiði og okkurt stað at búgva í onkrum av grannalondunum hjá Venesuela.

 

Men tað er ikki bara sum at siga tað.

 

Kelda: Venesuela