* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Koreisk herskip og hernaðartyrla út fyri Somalia.

Suðurkorea sendir oyðara í Hormuzsundið

Suðurkorea ætlar at stuðla amerikonsku ætlanini at verja tangaskip móti Iran.

Í løtuni leggur Suðurkorea ætlanir um at senda ein oyðara (destroyara) í Hormuzsundið í Miðeystri at hjálpa við at verja oljutangaskip í økinum.

Tað snýr seg um ein oyðara, sum síðani 2009 hevur hildið vakt út fyri Somalia fyri at verja skipaferðsluna móti sjórænarum.

Umframt ein oyðara eru í løtuni tríggir koreiskir skjóttgangandi bátar, ein hernaðartyrla og umleið 300 hermenn í somaliskum sjógvi.

Verjumálaráðið í Suðurkorea upplýsir, at stjórnin í løtuni kannar, júst hvør loysn skal veljast.

USA hevur styrkt hernaðarligu tilbúgvingina við Hormuzsundið millum Persaflógvan og Omanvíkina seinastu tíðina.

Viðurskiftini millum USA og Iran versnaðu, tá USA tók seg úr kjarnorkuavtaluni við Iran fyri einum góðum ári síðani, og aftur setti revsitiltøk í verk mótvegis Iran.

Kelda: ShippingWatch