* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Suðurkoreansk skipasmiðja skal byggja tíggju skip til iranska handilsflotan

Iranska reiðaríið Islamic Republic of Iran Shipping Lines (IRISL), sum í fleiri ár hevur arbeitt við at byggja upp ein størri handilsflota, hevur bílagt tíggju nýggj skip frá Hyundai Heavy Industries.

Sambært kinesisku skipasmiðjuni Xinhua skulu tey tíggju skipini latast Iran frá mars 2018, og fýra av skipunum verða bingjuskip við einum kapasiteti upp á meira enn 14.500 teu.

Við nýggju skipunum fer samlaði flotin hjá IRISL at fevna um 150 handilsskipum, sum tilsamans kunnu sigla við 5,2 mió. tonsum av góðsi.

Avtalan millum IRISL og Hyundai Heavy Industries er sambært Xinhua partur av eini stjórnarætlan upp á tilsamans 2,5 mia. dollarar, sum skal styrkja iranska flotan. Fyrr í ár ljóðaði, at IRISL umhugsaði eina børsskráseting í London. Hesum vísti IRISL tó aftur, og er heldur ikki higartil vorðin veruleiki.

Kelda: shippingwatch.dk