
Suezveitin, sum strekkir seg frá Port Said í Miðjarðarhavinum til Suez í Reyðahavinum, er 192 kilometrar long, og umleið 12 prosent av øllum sjóvegis farmaflutningi fer gjøgnum Suezveitina. Arbeiðið at gera veitina byrjaði í 1858.
Fraklendingar settu hol á ætlanin í 1858, og tað var egyptiski “pasha-in”, ið gav loyvið. Pasha-in var egyptiski stjórnarleiðarin tá á døgum, og hevði tign og vald, sum minti um ein kong.
Peningurin at fíggja Suez-veitina kom frá fronskum íleggjarum. Afturfyri høvdu fraklendingar fíggjarligt ræði á veitini heilt fram til 1962, tá Egyptaland keypti privatu eigararnar út.
Saman við Fraklandi stríddist Bretland um valdið í Egyptalandi, sum tá var partur av Ottomanska ríkinum. Bretar gjørdu alt fyri at forkoma ætlanini, men veitin lat kortini upp hin 17. november í 1869 – ellivu ár eftir at arbeiðið byrjaði. Tað vóru í størstan mun egyptiskir tvingsilsarbeiðarar, ið gjørdu arbeiðið.
Bretar yvirtaka
Í 1875 keyptu bretar egyptiska “khediv” partin í veitini fyri 400.000 pund. Í 1882 tóku bretar seg inn í Egyptaland at tryggja nýtsluna av veitini, sum longu tá var vorðin vegamótið fyri altjóða skipaferðslu.
Í 1888 samtyktu øll stórveldini í Evropa, at Suez-veitin skuldi vera altjóða øki undir bretskari verju. Øll stórveldi í Evopa skrivaðu undir.
Í 6-dagar krígnum í 1967 stongdi Egyptaland Suezveitina, og hon lat ikki uppaftur fyrr enn 5. juni í 1975. Ímeðan hon var stongd, varð sonevndi “super-tankarin”, tað eru hesi risastóru tangaskipini, uppfunnin, og eftir tað fór tað at loysa seg betur hjá Egyptalandi at lata skipa sigla gjøgnum veitina.
Kelda: Berlingske o.o.