* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Japanska, Shoei Kisen, sum eigur strandaða risaskipið í Suez-veitini, Ever Given, og sum framvegis forðar ferðsluni í Suez-veitini, viðgongur, at støðan er óvanliga trupul. Felagið biður samstundis raktu partarnar um umbering fyri hendingina.

 

Japanska felagið sigur, at tað arbeiðir saman við umboðnum hjá skipinum, Bernhard Schulte Shipmanagement, og felagið vónar at finna eina skjóta loysn á støðuni.

 

- Skipunum, sum vóru á veg gjøgnum Suez-veitina, tey, sum hava havt ætlanir at fara gjøgnum veitina, og øll tey, sum onkursvegna eru rakt av hendingini, biðja vit mirðiliga um umbering, sigur Shoei Kisen í einum tíðindaskrivi.

 

Samstundis gevur felagið veðrinum skyldina fyri óhappið.

 

Asia Ruby lll, sum sigldi aftanfyri Ever Given saman við Maersk Denver, liggur nú fyri akkeri, men danska skipið bíðar framvegis eftir at verða víst til sítt akkerspláss. Hetta verður gjørt fyri at geva pláss til bjargingararbeiðið.

 

Í alt 33 stór bingjuskip eru millum tey 156 skipini, sum bíða eftir akkersplássi annaðhvørt norðanfyri ella sunnanfyri Suez-veitina.

 

Kelda: Maritimedanmark



[youtube=http://www.youtube.com/watch?v=7iS-tf6d46g]
Sjónbandaupptøkur.