* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Super Puma tyrlur aftur í luftina

Super Puma tyrlurnar hava ikki flogið, eftir vanlukkuna við Hetlandsoyggjarnar herfyri, tá ið fýra fólk lótu lív.

Tá vóru allar Super Puma tyrlur settar fyribils, til fleiri kanningar eru gjørdar.

Mikudagin avgjørdi ein samstarvsnevnd í Noregi, at avtaka forboðið at flúgva við Super Puma tyrlum.

- Vit halda, at tað er ráðiligt aftur at flúgva, tí at vit meta hendingina við Hetlandsoyggjarnar sum eitt eingangsfyribrigdi, verður sagt í einum tíðindaskrivi frá samstarvsnevndini, ið hevur viðgjørt málið.

Í Englandi varð sama flúgviforboð sett í gildi eftir vanlukkuna. Hetta forboðið stendur við enn.

Skrivað hevur: Ásbjørn Jacobsen