* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Superstudentur fer til skips

Við einum miðalúrsliti upp á 11,7 á navigasjónsskúlanum í Marstal, setti Theis Rohard met. Og núfer hann sær til skips.

 

Tað var í januar, at Marstal Navigationsskole kundi hátíðarhalda methøga miðaltalið hjá einum av bestu lesandi skúlans, tá sonevndi “superstudenturin”, Theis Rohard, fekk pappír upp á sína útbúgving sum skipsførari við met miðaltalinum  upp á 11,7.

 

Tað skrivar Shipping News, sum hevur tíðindini frá Fyns Amts Avis.

 

33 ára gamli Theis Rohard flutti frá Svendborg til Ærø við konu og tveimum børnum fyri at taka útbúgving sum skipsførari. Nú hevur Theis fingið arbeiði hjá reiðarínum Simonsen, og bíðar nú spentur uppá at koma út at brúka tað, hann hevur lært á skúlanum í Marstal.

 

Tað kann gott vera, at tað gekk væl í skúlanum, men tað er ikki tað sama sum, at eg dugi at umseta tað í verki, nú fáa vit síggja, sigur Theis Rohard við Fyns Amts Avis.

 

Sjórættur og skipstøkni vóru nakrar av lærugreinunum, sum Theis veruliga gjørdi nakað við, men navigasjón togaði miðaltalið niður. Har fekk hann bara eitt 10-tal.

 

Kelda: Shippingwatch