* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 
Frá flotavenjingini hjá USA og teimum sameindu í Svartahavinum.

Meðan USA og teirra sameindu eru í holt við eina stóra flotavenjing í Svartahavinum, har 5.000 herfólk, 32 skip og 40 flogfør eru við, hava russisk stríðsflogfør og bumbuflogfør vant í rakett- og bumbuálopi á ein “teoretiskan” fígginda í lofthavinum yvir Svartahavinum. Tað skrivar russiska tíðindastovan Tass.

 

Stóra venjingin, sum USA stóð á odda fyri, hevur verið afturvendandi síðan 1997. Hesaferð byrjaði hon mánadagin í farnu viku, beint eftir fleiri hendingar í Svartahavinum, sum blandaði bretsk og hollendsk flotaskip og russiska herin uppí.

 

Sambært hollendska verjumálaráðnum høvdu russisk stríðsflogfør fleiri ferðir elvt til vandamiklar støður við at flúgva tætt uppi yvir hollendsku fregattuni, HNLMS Evertsen, og latið sum um tey gjørdu álop.

 

- Hollendska fregattin varð eisini órógvað av jamming (órógvan við óljóði á t.d. sendifrekvensum), og elektroniskar skipanir umborð vórðu somuleiðis órógvaðar. Og tá sigldi fregattin í altjóða sjógvi, sigur hollendska verjumálaráðið.

 

Stóra flotavenjingin, Sea Breeze 2021, sum fór fram hóast mótmæli úr Russlandi, skuldi ætlandi steðga í gjár, mánadagin.

 

Kelda: Dryad Globalo / Maritimedanmark