* Tíðindabræv  
* Veðrið
* AIS
* RadarBox

Stuðlar























Fylg okkum á Facebook

 




 

Svendborg Mærsk var ikki sniðgjørd til ódnarveður

Bingjuskipið Svendborg Mærsk, sum 14. februar í ár kom í ódnarveður í Biscayaflógvanum og misti eitt stórt tal av bingjum, var als ikki sniðgjørt til at sigla í so ringum veðri. Serliga gjørdi ein umbygging av skipinum í 2012 skipið upp aftur meiri viðbrekið.

Undir ódnini, sum hendi, meðan skipið var á veg úr Rotterdam til Suez-veitina, misti skipið 517 bingjur, meðan 250 aðrar bingjur fingu skaða. Ein partur av orsøkini til, at so varð, er, at skipið als ikki er egnað til at sigla í illveðri. Sambært havarífrágreiðingini frá Maritimu Havarínevndini er orsøkin til, at skipið er so viðbrekið, ein umbygging í 2012 av skrokkinum á bingjuskipinum, so skipið kundi verða lastað við 3.000 bingjum eyka, laðaðir í trimum løgum omaná hinar bingjurnar. Hetta gav eina samlaða lastingarorku upp á tilsamans 8.160 bingjur. 

Eftir óhappið hevur Mærsk longu tikið stig til at broyta eina røð av mannagongdum á skipunum. Millum annað hava tey fingið nýggjar veðurfráboðanarskipanir, eins og skipini hava fingið álagt at brúka sokallaðu dynamisku fráboðanarskipanina. Reiðaríið leggur eisini dent á at venja skiparar og stýrimenn til sigling í ringum veðri. 

Kelda: ing.dk